Veitslu-orkestur á G!

Eitt orkestur, sum fer at spæla á G! Í summar, verða teir víðagitnu Amsterdam Klezmer Band.

 

Tað kunngerð G! Festivalurin í dag

 

Við fleiri enn 1000 konsertum í viðførinum, hava “The Magnificent Seven of Balkan and Klezmer”, sum teir eisini vera róptiur, vunnið sær hevd sum ein av kendastu og hámettu klezmer og balkan bólkunum í Evropa.

 

Og á G! vænta tey eisini, at tað verður lívligt

 

- At fara á konsert hjá Amsterdam Klezmer Band er at fara í veitslu, ella at dansa, flenna og sleppa teymunum út.

 

Amsterdam Klezmer Band raka allar aldursbólkar.

 

- Fjøldin elskar teir og tað sama gera bæði aðrir tónleikarar og ummælarar, siga tey á G!.

 

Í mai 2011 vunnu teir týsku plátu-ummælarara-virðislønina fyri fløguna fløguna, Katla.

 

Styrkin hjá teimum liggur serliga í, at teir eru úrmælingar á palli, har teir hava lyndi til at ið hála bæði tey, sum dáma popp, jazz og world við sær.

 

 

´

www.youtube.com/watch