VEITSLAN

Tað er summar. Á harragarðinum verður stóra árliga veitslan fyriskipað. Patriarkurin og hann, sum eigur garðin, Helge Klingenfelt, fyllir 60 ár, og tað skal hátíðarhaldast. Øll eru boðin: Vinir, familjan og sjálvandi tey allarnærmastu, Praktfulla kona hansara, Else og teirra vaksnu børn, Christian, Michael og Helene.

Elsti sonur Helga, Christian, rekur ein matstovu í Frankaríki, men hann er eisini komin heim at hátíðarhalda føðingardagin. Hann verður róptur inn á skrivstovuna hjá pápanum til eitt prát, mann til mann. Undir døgurðanum ætlar Helgi at hava Christian at siga nøkur orð um tvíburðasystrina, Lindu, sum doyði síðsta ár. Jú, Christian hevði longu frammanundan skrivað nakrar linjur, so tað skal nokk ganga. Saman fara teir inn í festsalin, har gestirnir eru komnir. Gestirnir tríva í ein føðingardagssang, tá teir koma innar - nú skal veitslan haldast.

Mikið rok er niðriundir. Árgangsvínið verður heintað úr vínkallaranum, í køkinum stendur súpanin klár at borðreiða, og tjógvið seyrar í ovninum. Við borðið er huglagið og humøri gott, og eingin ánar óráð, tá Christian sum kvøldsins fyrsti røðari slær á glasið og reisur seg upp fyri at uppfylla ynskið pápans.

Bara Christian veit, at skjótt fara øll at kenna veruliga sannleikan um familju hansara, og hví hann misti sína tvíburðasystir. Bara Christian veit, at tað skjótt verður ein nátt, sum eingin nakrantíð fer at gloyma. Hvussu fegin tey enn vildu tað?