Nú ber til hjá nærum øllum føroyingum at fáa ókeypis koppseting móti meslinum. Einasta treytin er, at man ikki hevur havt meslingar áður ella ikki longu er koppsettur móti sjúkuni. Tað boðar Heilsu- og Innlendismálaráðið frá á heimasíðu síni.
Tilboðið kemur í kjalarvørrinum av, at meslingar eru farnir at gera um seg aftur fleiristaðni í Evropa.
Í fyrra hálvár í ár eru 41.000 tilburðir av meslingum staðfestir í ymsum londum í Evropa, mest í Rumenia, Grikkalandi, Fraklandi, Italia, Ukreina og í Russlandi. Í alt fjør vóru 24.000 tilburðir av meslingum í Evropa.
Upplýst verður, at tey sum ynskja lata seg koppseta skulu venda sær til kommunulæknan og at koppsetingin verður veitt sum ein MFR-koppseting. Umframt at verja móti meslingum, verjir koppsetingin eisini móti reydlingum og fárasjúku.
Landslæknin mælir øllum, sum ikki hava havt meslingar ella longu eru koppsett, til at lata seg koppseta, um fara tey av landinum.









