Veit Útvarpið ikki av andstøðuni

Finnur Helmsdal
tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin


»Mangt er broytt viðvíkjandi føroyskum politikki«, hoyrir tú so mangan tikið til. Nú hevur ein ikki so nógvar fyritreytir fyri at taka dagar ímillum, um so er. Men tá tað snýr seg um Útvarp Føroya og tað, sum fer fram á føroyska politiska pallinum, so er nógv broytt, síðan verandi landsstýrissamgonga tók við í februar 2004. Frá 1998 til 2003, tá Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin mannaðu samgongu, svitaðist ikki, at umboð fyri Javnaðarflokkin blivu trá-spurd av Útvarpinum um hvørt einasta orð, sum fall í tinginum, ella kom úr Tinganesi.
Sagt varð mangan, at Javnaðarflokkurin rak ein nógv meira aktivan andstøðupolitikk enn Sambandsflokkurin. Sannleikin var bara tann, at fjølmiðlarnir, bløðini saman við Útvarpinum, góvu veljarun-um eina mynd av, at Javnaðarflokkurin var aktivur andstøðuflokkur. Fjølmiðlarnir góvu ikki javnaðarfólki frið eina einastu løtu. Tey spurdu og bóðu um viðmerkingar um hvørt nikk og prikk. Ja, um alt.
Nú Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur á tingi, og nú hann situr í andstøðu, kemur tað sera sjaldan fyri, at Útvarpið spyr nakran tjóðveldistingmann um nakað sum helst. Kanska tá tað snýr seg beinleiðis um tjóðskaparmál, men sera sjaldan tá tað um samfelagslig mál ræður.
Feskasta dømi er, nú Kaj Leo Johannesen skýtur upp, at peningurin skal fylgja sjúklinginum, og at hann í ávísan mun sjálvur kann avgera, hvar peningurin verður brúktur. Her ella uttanlands.
Hvat ger Útvarpið? Jú, teir spyrja fyrst formannin á tingin fyri Fólkaflokkin og síðan umboðið hjá Javnaðarflokkinum í trivnaðarnevndini. Útvarpið hevur ikki spurt nakran tjóðveldistingmann um hetta mál. T.v.s. at Útvarpið spyr ikki andstøðuna um eitt so víðgongt uppskot.
Í Danmark hevði tílík framferð verið mett sum álvarsligt brot á allan fjølmiðlasið. Har spyrja teir altíð andstøðuna allarfyrst. Men kanska hugsa tey í Útvarpinum nakað soleiðis: »Andstøðan er so fáment, samgongan kann gera hvat hon vil«. Tað er ikki lutur Útvarpsins at hugsa um, hvat vinnur frama ella ikki. Lutur Útvarpsins er at fáa málini lýst frá øllum síðum.