Veit løgmaður at Fiskimálaráðið er stevnt?

Tað spyrja formenninir í andstøðuflokkunum í opnum brævi til løgmann.

Tann spurningin seta andstøðuleiðararnir, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Kári P. Højgaard løgmanni í einum almennum brævi, teir hava sent løgmanni.

 

Brævið hevur heitið: »Opið bræv til løgmann um støðuna til sakarmál móti Fiskimálaráðnum fyri ólógliga umsiting av lógini um vinnuligan fiskiskap«, og er soljóðandi:


– Er løgmaður greiður um, at eitt partafelag hevur stevnt Fiskimálaráðið inn fyri Føroya Rætt við kravi um, at rætturin viðurkennir, at ráðið seinastu árini ólógliga hevur umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap í samband við tilluting av fiskirættindum?

 

Um rætturin gongur stevnaranum á møti og staðfestir, at Fiskimálaráðið hevur tillutað fiskirættindi  ólógliga, kann roknast við einum drúgvum eftirspæli, og at øll fiskivinnuumsiting hjá landsstýrinum seinnu árini má endavendast.  

 

Rættarmálið snýr seg  um, at Fiskimálaráðið m.a. við at brúka grein 9, stk. 1,  nr. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap, ólógliga hevur tillutað uppisjóvarfiskirættindi seinastu tíðina. 

 

Í løtuni viðger løgtingið uppskot til løgtingslóg nr. 26/2013 um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli fyri 2014. Fiskimálaráðið vil við hesi lógarheimild tilluta fiskirættindi fyri 2014 eftir sama leisti, sum undanfarin ár.

 

Í næstum fellir dómur í málinum, og fáa vit tá at vita, um Fiskimálaráðið hevur umsitið lógina um vinnuligan fiskiskap á rættan og lógligan hátt.  Tá so er, er kann spurningur setast um, hvussu rætt tað er at viðgera lógina um fiskirættindi til norðhavssild og makrel fyri 2014, fyrr enn rætturin hevur talað.<s style="text-line-through: double"></s>

 

Løgmaður verður tí spurdur um hann tekur undir við, at Fiskimálaráðið aftur fer at luta út rættindi sambært §  9, stk. 1. nr. 3? Og tekur løgmaður bara sum givið, at alt er farið og fer rætt fram?

 

Á løgtingi, 9. Desember 2013

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður 

Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður