– Hatta var bestemt ikki tað vit ætlaðu, ein stór strika í rokningini hjá okkum, nú vit høvdu møguleika at nærkast EB/Streymi, staðfestir Fróði Benjaminsen. Hann ásannar, at hansara lið snøgt sagt ikki var nóg gott, men rósti eisini ÍF. – Teir pressaðu allastaðni, sigur hann. Hann dugir tó ikki at svara fyri, hví tað gekk hjá HB sum tað gjørdi. – Eg veit ikki hví vit gera so. Vit spæla ein fínan dyst í Svøríki, og so koma vit heim og gera hetta, sigur liðformaðurin, ið eisini átti sín leiklut í ÍF-málinum. – Hann snýtir meg snøgt sagt, og sleppur at standa púra leysur, greiðir Fróði frá.