Veit einki um at flogvøllurin skal leingjast

– Hatta er spildurnýtt fyri mær. Eg veit einki um, at flogvøllurin skal leingjast.

 

So greitt er svarið frá Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, tá vit spyrja hann, hvat maðurin við ábyrgdini av flogvøllinum hevur at siga um tíðindi frá flogvallarstjóranum um, at flogvøllurin skal leingjast 200 metrar og breiðkast 15 metrar.

 

– Eg trúði bara, at nú var friður um flogvøllin, tí nú er hann akkurát longdur. Eg havi ikki verið á hasum fundinum hjá Sambandsflokkinum. Men um hetta málið hevði verið so týdingarmikið, so hevði eg roknað við at verið boðin við til fundin, sigur Henrik Old, sum umsitur flogvøllin í landsstýrinum.

 

Og um at byggja flogvøll á Glyvurnesi kennir hann als einki til.

 

– Hatta veit eg einki um. Eingin hevur tosað við meg um nakað sum helst í hasum sambandi, er stutta svarið frá landsstýrismanninum, sum í morgun var staddur í Skálavík, at landsstýrið er við at leggja fíggjarkarmarnar fyri komandi ár.