Veikt ÍF lið eingin forðing

Fram ? ÍF 3-0 (25-23, 25-11, 25-15):
ÍF kom til Havnar at hitta Fram við einum veikum liði, og tí gav tað úrslitið seg næstan seg sjálvt

Flogbóltur - menn

Tað vóru tvey lið við tveimum ymsum málsetningum, sum hittust á Eysturskúlanum leygardagin. Fram skuldi vinna um teir ætlaðu sær at gerast Føroyameistarar meðan ÍF ikki møtti við sterkasta liði av tí at venjari teirra, Boban Ilic, eisini er venjari hjá kvinnunum og hjá teimum stóð bronsan upp á spæl á Giljanesi. Tí var hann farin vestur í Vágar við kvinnunum heldur enn at fara til Havnar at spæla sjálvur.
Tað kann gott vera, at onkur heldur hetta vera at vísa vánaligan ítróttaranda móti Fleyr, Fram og Mjølnir, men tað eru onnur sum halda, at Boban gjørdi tað einasta rætta móti kvinnunum hjá ÍF, og tað er so tað.
At tað ikki eydnaðist hjá teimum at vinna, er so ein onnur søga, sum einki hevur við hetta at gera.

Stórur munur
Tað var einki at ivast í, hvat av liðunum hevði meira at spæla fyri. Fram-leikararnir vóru sera uppsettir, og tað var ikki bara tí, at Jens Heri Mortensen skuldi giftast seinnapartin leygardagin, at teir skundaðu sær so. Teir høvdu ein greiðan málsetning við dystinum, og hann ætlaðu teir sær at uppfylla.
Kortini var fyrsta sett rættiliga javnt og fuglfirðingar megnaðu at fylgja við upp til 23 áðrenn Fram stongdi og sløkti tað settið.
Var tað javnt í fyrsta setti, var tað alt annað enn javnt í teimum báðum næstu. Fram legði av álvara trýst á ÍF, sum als ikki megnaði at standa ímóti og tí var tað í veruleikanum bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi blíva hjá Fram.
Hann gjørdist 3-0 við stórum muni í øðrum og triðja setti, og dysturin var so skjótt avgreiddur, at tá dysturin í Eysturskúlanum var liðugur, vóru Fleyr og Mjølnir bara komnir til endan av øðrum setti.
Tí spurtaðu flestu Fram leikararnir niðan í Gundadalshøllina fyri at hyggja, hvussu har stóð til, og teir mundu ikki trúð sínum egnu eygum. Mjølnir hevði javnað í settum og var á veg fram um í triðja setti tá Fram-ararnir komu niðan, og so var bara eitt at gera, og tað var at heppa á klaksvíkingarnar.

Soleiðis er ítróttur
Eftir dystin var kanska onkur sum setti eitt stórt spurnartekin við um tað var virðiligt av ÍF at møta í Havn við einum veikari liðið enn tað teir kunnu stilla við. Til tað er at siga, at ÍF hevur verið hart rakt av skaðum í ár, og tá nú kvinnurnar høvdu møguleika at vinna bronsu, er tað ikki so løgið, at venjarin, sum venur bæði meistaradeildarliðini hjá ÍF, heldur seg til kvinnurnar tann dagin.
Harafturat skulu vit hava í huga, at Fram hevur havt einastandandi gott tak á ÍF í ár, og at tað tí ikki vóru útlit til, at ÍF, sum nú er veikari enn teir hava verið fyrr í ár, fór at gera nakað við Fram.
Men tey, sum seta spurnarteknið, eiga kortini at venda spurninginum enn einaferð, tí trupulleikin av vantandi meistaraheitinum hjá Fleyr er ikki, at ÍF ikki møtti við sterkasta liði sínum í Havn. Orsøkin er, at Fleyr tapti móti Mjølnir. Tað kundi ÍF einki gera við, og tað mugu vit svølgja, líkamikið hvørjum vit halda við.