Altjóða Gjaldoyragrunnurin vil hava teir kinesisku myndugleikarnar at seta í verk nýskipanir á fíggjarøkinum, tí veikleikar eru í landsins búskapi, sigur grunnurin.
Hann vísir á, at kinesarar taka stór lán, samstundis sum húsaprísurin fellur, og tað kann ikki halda fram.
IMF sigur, at síðani 2008 hevur stór lántøka í Kina sett nógv feløg og nógvar lokalar myndugleikar í stóra skuld, men nú vøksturin í búskapinum er minkaður og húsaprísirnir falnir, er stórur vandi fyri húsagangi og tvingsilssølum.