? Hetta er ein sera góður máti at knýta samstarv millum persónar, feløg og lond. Eg trúgvi nógv uppá, at jú fleiri møtipláss fólk úr ymsum londum hava, tess betri er at fáa samstarv, sum ikki bara skal mátast í krónum og oyrum. At fólk hittast og tosa saman á eini framsýning sum henni í Runavík hevur stóran týdning fyri vinnulív í Føroyum.
Hetta er metingin hjá Kjartani Hoydal, fiskifrøðingi og nú stjóra í NEAFC. Sjálvur hevur hann luttikið á mongum framsýningum og ráðstevnum í útlandinum og hevur fingið nógv burtur úr. Men hann heldur tað eisini vera gott, at fiskivinnufólk úr øðrum londum kunnu hitta okkara egnu fólk á heimavølli.
Kjartan heldur eisini, at hetta at vit luttaka meira í millumlandasamstarvi, hevur stóran týdning fyri vinnuna. -Vit hava verið meira úteftirhyggjandi seinastu árini og tað hevur ment okkum og vinnuna. Kreppan gjørdi sítt, og oljuvinnan hevur eisini havt sín týdning longu. Kjartan heldur fyrireiking til oljuvinnu hava havt positiva ávirkan á fiskivinnuna. Soleiðis at skilja, at man roynir at kunnað seg um krøvini, sum verða sett aðrastaðni til eina vinnu. Tað hevur stóran týdning fyri professionaliseringina av vinnuni.
Kjartan Hoydal sigur, at tað eru hendar ótrúligar broytingar í fiskivinnuni, eitt nú eru karmarnir at virka undir broyttir nógv, og har hevur føroyskt vinnulív dugað væl at umstilla seg. Serliga síðstu 5-6 árini hava víst hvussu ótrúligt veiggj er í hesi vinnu.
Kjartan Hoydal letur heilsa úr London og vil fegin bera bæði fyriskiparum og luttakarum á stóru fiskaríframsýningini í Runavík góða eydnu.










