Harutíðin hesa ferð var stak vánalig aftur ímóti í fjør.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum ger veiðuna upp, sigur, at ein fyribils uppgerð vísir, at í harutíðini hesa ferð vórðu bara 3.420 harur skotnar í Føroyum
Hetta er bert ein triðingur av tí, sum var skotið í harutíðini í 2014, tá teir fingu 9.318 harur.
Somuleiðis vórðu munandi færri túrar gjørdir í hagan at skjóta haru hesa ferð, enn tað vóru í fjør.
Ein fyribils uppgerð vísir hesa harutíðina vórðu 522 veiðiferðir í haganum, afturímóti 1.123 veiðiferðum í 2014.
Uppgerðin vísir eisibi, at raskastir at skjóta haru í ár, vóru teir í Norðurtriðingi, Norðaripartur í Sørvági, eisini nevndur Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna.
Teir skutu tilsamans 113 harur, sum teir fingu á átta túrum. Teimum á baki, vóru teir í Sundshaga í Sandavági, sum skutu 78 harum á 10 túrum. Og á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið í Fjallinum, sum er partur av Ognarhaganum í Kvívík. Teir fingu 79 harur, sum teir skutu á 16 túrum.
Hinir hagarnir, sum eru á listanum yvir átta teir bestu, eru Norðurtriðingur, Sunnari Partur – Vørðufelli, í Sørvági, Fjallið, sum er partur av Fjalshaga í Vestmanna, Heimaraleitið í Miðvági og Klappjaktin í Trongisvági. Í øllu hesum førunum fingu teir ímillum 70 og 74 harur.
Hann vísir tó á, at enn er uppgerðin ikki heilt fullfíggjað, tí enn manglar hann nakrar uppgerðir kring landið, og tey tølini vónar hann at fáa skjótt, so at ein endalig uppgerð kann gerast.