Veiðufelag mótmælir garnaveiðu

Á aðalfundi hjá Veiðifelag Føroya sunnudagin varð einmælt samtykt at mótmæla ætlanunum hjá Føroya Landsstýri at geva loyvi at veiða makrel við gørnum inni við landi.

– Sjófuglastóvnurin í Føroyum hevur hesi seinastu nógvu árini verið sera illa fyri. Av royndum frá londum, har garnaveiða inni við land er loyvd, vita vit, at tað doyr árliga nógvur sjófuglur í gørnunum, sigur Veiðifelag Føroyar, sum metir, at garnaveiða inni við land er stór hóttan móti sjófuglastóvninum, og vil felagið tí mæla Føroya Landsstýri frá at loyva garnaveiði eftir makreli inni við land.