Veiðivirðið hækkar munandi í ár

Tað gongur misjavnt hjá fiskiflotanum, men truplast hava heimaflotin og rækjuflotin tað. Hetta vísir roknskapargreiningin hjá NOTA, sum felagið legði fram seinasta hósdag. Í hesi greinini hyggja vit eftir, hvat grannskoðarafyritøkan sigur um ymisku skipabólkarnar

FISKIFLOTI

Uppisjóvarskip
Um uppisjóvarskipini, sigur NOTA, at hesi hava havt nøkur góð ár, men tó vóru 2008 og 2009 ikki eins góð, um sæð verður
burtur frá óvanligum inntøkum. Flotin er nøkunlunda konsolideraður, men gjaldførið kundi verið betri.
- Miðalprísurin hjá uppisjóvarskipum er hækkaður munandi fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 í mun til sama tíðarskeið í 2009. Samlaða veiðan og samlaða veiðivirði eru eisini økt munandi í ár.
Nota vísir á, at oljuprísurin er hækkaður í 2010 í mun til 2009, og kann hetta verða við til, at úrslitið hjá uppisjóvarskipum verður umleið tað sama í ár sum í fjør.

Rækjuskip
Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er framhaldandi vánalig við árslok 2009. Í løtuni eru bert trý skip í vinnu.
- Miðalprísurin fyri kilo fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 er hækkaður í mun til sama tíðarskeið í 2009. Nøgdin er harafturímóti minkað nakað. Samanlagt er veiðivirðið lækkað fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 samanborið við fyrstu 9 mánaðirnar í 2009, sigur felagið.

Verksmiðjutrolarar
Raksturin hevur verið stabilt góður árini 2004 til 2007, men úrslitið var vánaligt í 2008 og 2009.
NOTA sigur, at verksmiðjuflotin kortini er rímiliga væl fyri við árslok 2009.
- Veiðinøgdin var betri í 2009, men prísurin er enn
sera lágur.
Væntandi er, at veiðinøgdin hækkar nakað í 2010 í mun til sama tíðarskeið í fjør. Harumframt hækkar miðalprísurin í ár.
- Oljuprísurin er tó eisini á einum hægri støði í ár samanborið við 2009. Tí kann úrslitið hjá hesum skipabólki frá vanliga rakstrinum væntast at verða betri í ár enn í fjør, sigur NOTA.

Partrolarar
Úrslitini hjá partrolaraflotanum eru versnaði munandi seinastu 5 árini. Bæði solvensur og gjaldføri eru vánalig við árslok 2009.
- Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er nakað tann sama sum fyrstu 9 mánaðirnar í fjør. Miðalprísurin er hækkaður nakað í ár í mun til seinasta ár.
NOTA vísir á, at oljuprísirnir eru hækkaðir nakað í 2010, og tí eru ábendingar um, at úrslitið hjá partrolarum verður
umleið tað sama í ár sum í fjør.

Lemmatrolarar
Samanumtikið kann sigast, at fíggjarstøðan hjá hesum skipum ikki er nøktandi. Gjaldførið batnaði nakað í 2009, men er tó ikki nøktandi. Minking í veiðinøgd og miðalprísi árini 2006 til
2009 hevur viðført, at talan er um hall trý fylgjandi ár.
Talið av lemmatrolarum minkað úr 11 niður í 9 skip.
- Skipabólkurin hevur havt eina minking í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Miðalprísurin er tó hækkaður nakað, eins og oljuprísurin er tað eisini.
NOTA væntar, at samanlagt má roknast við, at árið í ár verður heldur lakari hjá lemmatrolarum enn árið 2009, sum greiningin fevnir um.

Línuskip
Línuskipini hava havt nøkur vánalig ár. Harumframt er miðalprísurin lækkaður munandi í 2008 og 2009, samstundis sum veiðinøgdin er minkað við 35,6% árini 2005 til 2009.
- Vegna minkandi veiðinøgd og miðalprís hevur stór afturgongd verið tey seinasti 5 árini.
NOTA sigur, at línuskipini hava merkt eina framgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í 2009, eins og miðalprísurin er hækkaður munandi.
- Tí kann roknast við, at línuskip fáa eitt betri úrsliti í ár enn í fjør.

Garnaskip
Seinastu árini hava ikki roynst væl, og hevur hetta havt negativa ávirkan á eginognina hjá hesum partinum av fiskiflotanum. Bæði
gjaldføri og solvensur eru versnað munandi.
- Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er miðalprísurin øktur nakað
samanborið við somu tíð í fjør. Hinvegin er samlaða veiðinøgdin minkað munandi. Samlaða veiðivirðið er tískil nakað lægri fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 enn somu tíð í fjør.
NOTA væntar, at úrslitið hjá garnaskipum verður nakað verri í ár enn í 2009.