Veiðitíð

Heystið er góð tíð hjá teimum, sum veiðihug hava. Seyðurin verður tikin. Harurnar eru fyri, fiskur er undir landi, og eisini er hetta tíðin, tá loyvt er at skjóta fugl

So eru tað harurnar, sum standa fyri skotum. Bókstaviliga. Víða um landið hoyrast tey gjella millum fjøllini, og í ár hava teir, sum frætt er frá, látið hampiliga at.
Onkustaðni var árið í fjør rættiliga vánaligt til haru. Ymsar hugsanir vóru um, hví tað mundi vera. Kanska var tað tí, helt onkur, at veðrið hevði verið so gott um summarið, at hon hevði lagt úti, og fuglurin var farin við ungunum. Og so gingu menn og gramdu seg um hetta vánaliga árið, og onkur hevði ikki gloymt tað, nú tíð var at fara av nýggjum aftur í hagan við byrsu.
Í dag verður fylgt við á internetinum, hvat veðurkortið sigur um harulíkindi.
Tað er ikki, sum tú hoyrir gomlumenninar siga frá, tá teir stóðu og kólaðu upp í luftina at kanna líkindini. Nei, nú verður farið til telduna at vita, um skjótandi verður um einar tveir dagar.
So verður gjørt, og fylgt verður við, til teldan einaferð sigur, at nú verður dagurin í morgin.
So verður lagt til, og menn eru klárir í lýsingini. Fara til gongu og meta um, hvussu man fara at verða í tindinum út á fyrrapartin. Veðurkortið hevði sagt frá regni um náttina. Íslit skuldi vera klokkan sjey, og tað passaði upp á tíman.
Út á fyrrapartin skuldi klára í, og mín sann um ikki tað sær út til at halda eisini. Her er bara vindurin at finnast at í morgun, men hann skal, sambært sama undurinum, veðurkortinum, minka út á dagin. So tað halda vit okkum eisini til.
Ganga niðan við markinum. Nakað væl av vindi liggur norður gjøgnum hagan, so tær skuldu farið frá grannanum undan vindinum, verður tosað. Síggja ta fyrstu, sum situr beint við markið. Skeivu megin hegnið, so her ber ikki til at gera nakað. Men kanska er hon so skilagóð, at hon loypur og fer norður um.
Ajú. Um hon var biðin, hevði hon ikki borið seg klókari at. Hasa fara vit at hitta aftur, tá vit fara at ganga gjøgnum Reynini.
Koma longri niðan, og onkur av teimum staðkendu heldur, at tað er spell, at vit ikki eiga hendan hagan heimanfyri, tí hetta er helst besta haruplássið í haganum yvirhøvur. Og rætt tykist hann at hava, tí einar tíggju ella so telja vit skeivu megin hegnið, meðan vit ganga niðan.
Men ikki nýtist at klaga, ti hóast vindurin er frískur í morgun, er væl av haru í fjallinum okkara megin. Hetta sær bara væl út.
Tríggir fara menninir í hæddina, og tveir verða eftir á sløttum. Her skal sitast fyri, tá tær fara at koma upp undan teimum.
Vit ganga um røðina í erva. Ókend leið og eitt sindur bratt, so best er at vera varin við byrsu og væl av vindi.
Men beint komin norður um, har tað lívir, er ein hara at síggja. Eitt eygnakast, so er hon burtur undir einum steini. Kemur undan aftur og er farin niðurav. Ongantíð í máli.
Men tað er beinanveg, so er tann næsta í hjallanum niðanfyri, og har er frítt fyri. Skotið smellur og hon steindoyr. Men ólukkubeistið fer á rull í brattanum og útav. Steðgar undir hamrinum millum tveir steinar.
So at leita eftir einum stíggi at sleppa niður ígjøgnum. Jú, har er eitt gil, men har liggur fon í. Tó ikki so at tað bilar.
Og ikki er hon meira enn fatlað, so er lív niðri slættanum. Nú eru teir niðaru komnir um rustina, og teir reka fyri sær. Men tær eru heldur løgnar. Fara undan brekkuni, tær flestu. Helst er tað vindurin. Men ein fer hinvegin, stakkalin, og tað kostar henni eisini. Verður skotin og hongd í fetilin.
Og tær koma fleiri. So tá tók at skýma var ikki heilt frítt, at tað kendist á økslini, har fetilin lá um.
Afturkomnir at húsum verður býtt, og menn eru fróir. Dagurin varð bara hampiliga góður. 27 gjørdust tølini. Og veðurkortið hevði hevði hildið tað, lovað varð. Eisini sólina, sum skuldi síggjast seinnapartin.