Veiðimentan í Útnorðuri:Frálík framsýning

The main atraction í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar er stórfingna framsýningin um veiðumentan í Útnorðuri

FRAMSÝNING

Í hesum døgum er forkunug framsýning í Norðurlandahúsinum. Talan er um framsýningina Hunters of the North ella Veiðimentan í Ùtnorðuri, sum føroyski heitið er.
Talan er um ein stóra framsýning, sum sýnir
Veiðimentan í Útnorðuri er verkætlan, sum sýnir trý lond, Grønland, Ísland og Føroyar, sum í øldir hava livað í og við eini veiðimentan og gera tað enn, hóast tey eru háteknologisk samfeløg.
Verkætlanin er ferðandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í Føroyum hin 15. juni 2002. Síðani verður ferðast til Sumberg Head í Hetlandi, Dublin í Írlandi, Reykjavík og Akureyri í Íslandi, Nuuk í Grønlandi, St. John?s í New Foundlandi og Aberdeen í Skotlandi, skrivar Norðurlandahúsið.
fram um veiðu og mentan í londunum út í Útnorðurin, t.e. Føroyar, Grønland og Ísland.
Tað tykist tó í stóran mun at vera Føroyar og Grønland, ið verða settar í fokus. Í øllum førum fyllir hesi ein stóran part av framsýningini.
Framsýningin hýsir hálvfems ymsum ymiskum lutum. Lutirnir fevna rættiliga víða í skapi og vavi; alt frá einari útstappaðari haru til eina stóran Erró málning, ið avgjørt telist millum teir mest forkunnugu lutirnar.
Sagt verður, at framsýningin tekur støði í trimum tættum:listarligum, fólkaminnisfrøðiligum og teknologiskum.
Í allar mátar livir framsýningini eisini upp til tað, ið lovað verður. Heildarkenslan tú fært er ógvuliga góð. Norðurlandahúsið hevur latið síni bestu hølir til tiltakið, og tað merkist eisini. Rúmið er ógvuliga uppset við ljósi. Stemningurin verður ógvuliga friðsælur og konsentraraður, har alt tykist at finna saman í eina eind.
Støði tykist í allar mátar at vera høgt. Veiðimentan tykist í stóran mun at vera umboðað, men tað er sjálvandi ein ómøgulig uppgáva fult at siga frá øllum í teimum trimum londunum.
Tað mest hugvekjandi við framsýningini er mátin, ið tann nýggi tøknin saman við eldru lutum tykist at fella saman í eitt.
Longu nú hava hópin av fólki vitjað framsýningina, og tað vera óivað mong afturat, sum fara at vitja.