Veiðihugur

Tað nærkast tíðini, tá havhestaungarnir fara á sjógvin, og menn eru so smátt farnir at rigga seg til at taka við tí fongi, sum her verður lagdur fyri teir, sum flota hesar dagarnar

Veiðimentan

Hjá teimum flestu, sum fara at taka havhestaungar, er tað ein stuttleiki, men kortini eru tað teir, sum veruliga gera seg út til at fáa inntøku burturúr.
Kent er, at heilar bygdir líkasum brynja seg til hesa einu vikuna, har summir menn fáa eina rættiliga fitta inntøku burtur úr hesum feitu fuglunum, sum sita so hjálparleysir á sjónum hesar dagarnar.
Ymiskt er tað, sum slíkt ávirkar fólk. Summi eru púra køld og kundu ikki funnið uppá at farið eftir einum havhestaunga. Taka hann illa nokk úr kølidiskinum í handilshúsinum.
Meðan onnur ganga kyk og eu sum í grind, hesar dagarnar, teir eru at fáa. Alt verður lagt til síðis fyri hesar fuglarnar. Fáa sær frí frá arbeiði, tí nú skal hesin árligi túrurin gerast.
Og tað er eisini ein ávísur hugni og ein serligur stemningur, tá tikið verður, og ikki minst, tá tikið verður upp tað, ið túrurin gav.
Hetta at fara í lýsingini og skunda sær at vera fyrstur avstað. Ganga og slota og vita, um nú nakar annar er á leiðini, sum kanska hevur ætlað sær sama veg, sum vit ætla okkum. Royna at vera fyrstur á feltinum og helst vera einsamallur eisini. Ikki loysir seg at vísa seg ov nóg, tí so koma ivaleyst aðrir skúmandi, og tað kann oyðileggja fongin.
Og so erpni, tá liðugt er, og tað hevur hildnast rímiliga væl. Hugaligt, tá rúmið fer at fyllast, og tú ert á veg móti landi aftur. Hevur hug at preiða onkran, sum er á leiðini, at vita, hvussu »fáar« teir hava fingið.
Jú tað er nakað serligt, tá veiðihugurin rættiliga stingur seg upp.