Veiðan er minkað og virðið vaksið

Hagstovan sigur á heimasíðu síni, at hóast nøgdirnar minkaðu, so vaks samlaða virðið fyrstu fimm mánaðirnar í ár. Fyri flestu fiskasløgini hevur prísurin fyri hvørt útflutt kg. verið hægri í ár, samanborið við somu tíð í fjør.

Vit útfluttu 18 tús. tons minni av fiski fyrstu 5 mánaðirnar í ár. Hetta er ein minking uppá 15%, men samlaða virðið av fiskinum vaks 4%.

Útflutningurin av alifiski er nógv minkaður. Útflutningurin av laksi er minkaður ein triðing og av sílum tveir triðingar. Hóast hetta er samlaða virðið av laksinum umleið tað sama, sum tað var í fjør.

Svartkjafturin er eisini meira verdur í ár. Nøgdin er umleið tann sama, sum hon var tað í fjør, meðan virðið er trífalt so stórt.

Av fiskasløgum har tað hevur gingið hin vegin, kunnu vit nevna rækjurnar. Har er nøgdin minkað 15% og virðið er minkað 36%.

Kelda: hagstova.fo