Vegurin millum Húsavík og Dal, Dalsvegurin), verður stongdur í umleið ein tíma í sambandi við at seinasta skotið verður latið av í nýggja tunlinum, upplýsir Landsverk.
Í sambandi við hátíðarløtuna, sum verður í morgin kl. 15:00 í Dali, verður vegurin millum Húsavík og Dal stongdur frá kl. 14:30 til 15:30.
Bilar kunnu parkera við bygdarhúsið í Húsavík, haðani bussur koyrur kl. 14:15 til hátíðarhaldið, skrivar landsverk.fo.









