Í Framsókn ásanna vit, at landafrøðiliga støða okkara mitt úti í Norðuratlantshavi ger okkum til ein útjaðara í Evropa. Vit eru tískil av teirri áskoðan, at ‘public service’-skyldan í samferðslukervinum ikki bara skal røkka av Fugloynni til Sumbiar, men eigur eisini at fevna um rættin hjá føroyingum at ferðast til grannalondini fyri ein rímiligan kostna.
Hyggja vit nærri at tølunum, kostar raksturin av rutunum hjá Atlantsflogi á leið 225 mió. um árið. Men Atlantsflog má selja ferðaseðlarnar fyri væl meira, tí aðrar útreiðslur enn raksturin skulu leggjast á ferðaseðlarnar. Fyrst eitt ferðaavgjald á 14 mió, ið fer beinleiðis í landskassan, og síðan meira ferðaavgjald á 32 mió. krónur til rakstur av Vága Floghavn. Sostatt má Atlantsflog selja ferðaseðlar fyri í alt 271 mió. krónur um árið. Felagið sjálvt fær einki burturúr hesum, men er bert eitt millumlið, ið skal krevja avgjaldið inn frá teimum ferðandi fyri landið.
Vit hava í Føroyum millum heimsins hægstu ferðaavgjøld. Allar royndir aðrastaðni í Evropa vísa á, at høg ferðaavgjøld køva møguleikan fyri vøkstri í ferðsluni; ja, tað er heldur hinvegin. Nógv vitan um hetta finst við m.a. at googla “passagerafgift”.
Stendur tað til Framsókn verður ferðaavgjaldið avtikið beinanvegin, og síðan skal raksturin av Vága Floghavn á fíggjarlógina. Hesi átøk tryggja í fyrstu syftu yvir 16% bíligari ferðaseðlar. Bíligari ferðaseðlar fer at økja um talið av ferðandi, ið gevur lægri eindarkostnað. Hetta tryggjar grundarlagið fyri enn bíligari ferðaseðlum. Útrokningar peika á, at ferðaseðlaprísirnir skjótt kunnu verða uml. 25% bíligari enn í dag.
Vit vita, at einki kemur av ongum. Framsókn er ein ábyrgdarfullur flokkur, sum fegin vil fremja nakrar umleggingar fyri at finna fígging aðrastaðni á fíggjarlógini, so bíligari ferðaseðlar gerast veruleiki. Sostatt verður talan um eina umraðfesting, og ikki eina eyka rokning til skattgjaldaran. Hetta er eitt hjartamál hjá mær og Framsókn.
Hetta kemst snøgt sagt av, at bíligari ferðaseðlar eru eftir mínari sannføring avgerandi fyri at fáa trivna í okkara land. Vit vita øll, at her er okkurt galið, tá ið vit kanska hava størsta burðaravlop uttanfyri muslimska heimin, og millum tær bestu arbeiðsloysisskipanir í heiminum, men kortini minkar fólkatalið.
Harumframt hava vit í Føroyum í nógv ár droymt um stóra ferðavinnu. Tað er mær tí ein gáta, at vit áhaldandi gera hetta, samstundis sum vit hava so høg ferðaavgjøld sum vit hava, tí allar royndir vísa jú at hesi bæði virka ikki saman.
Her má farast til verka nú. Gev mær tín stuðul, so tryggi eg tær bíligari flogferðaseðlar.
Eg geri, sum eg sigi og sigi, sum eg geri.









