Vegurin kom nógv for seint

Víkarbyrgi: Einasti tvíbeintu skapningar sum síggjast í avtoftaðu bygdini eru eitt gásapar við ungum í eini innhegning, saman við fleiri vælvaksnum veðrum. Landsvegurin sum kom ov seint, tey tómu sethúsini og ein niðurløgd alistøð, eru hinvegin tekin um, at her hevur verið lív einaferð. Einaferð var Víkarbyrgi heimstaður hjá hálvthundrað fólkum. Í dag býr ikki eitt einasta menniskja her.

- Tað er altíð gott at koma aftur higar til bygdina. Men tað er samstundis sera tungt at síggja, at alt fellur av.

- Men tja, - soleiðis er væl gongdin í tí heila, sigur 70 ára gamli sumbingurin, Eli Poulsen.

Hann varð føddur her í Víkarbyrgi, og vitjaði týsdagin aftur í bygdini, her hann sleit barnaskógvar sínar undir seinna heimsbardaga.

Góðu minnini frá barnaárunum fylgja honum enn: Hvussu teir spældu við horn og kleyvar; hvussu teir ímyndaðu sær gággurnar sum gæs; hvussu teir lítlu kúvingarnar gjørdust gásarungar; hvussu gott tað vaks í kálgørðunum og hvussu væl røturnar smakkaðu; hvussu teir fóru til Sumbiar, tá ein kúgv skuldi til tarvs; hvussu teir fangaðu síl í ánni; hvussu ein bara kundi ganga inn í húsini, um ein gjørdist svangur; og hvussu dagarnir bara gingu alt, alt ov skjótt.

- Ja, Víkarbyrgi var eitt heilt fantastiskt pláss hjá einum dreingi at vaksa upp í.


Vandre-lærarar

Eli Poulsen er ein av mongum, ið kann vera errin av at vera føddur í Víkarbyrgi nakað undan jólum í 1939.

Her búði hann øll barnaárini hjá ommuni og abbanum, til hann fór í barnaskúla í Vági. Men nærum hvørja ferð ið skúlin hevði feriu ella hann hevði fríløtur, var Eli aftur í heimbygdini.

Um hetta mundið var ikki vegasamband við umheimin - tað kom fyrst í 1983. Skuldu fólk av bygdini, var neyðugt at ganga um fjøll og dalar til Sumba, Lopra ella tey skuldu allan vegin til Vágs.

Hetta sama var eisini galdandi fyri læraran, sum var tað tey tá róptu fyri “vandre-lærari”. Hesir undirvístu børnunum í Víkarbyrgi, men høvdu m.a. eisini ábyrgd av børnunum í skúlanum á Leiti, ið liggur millum Lopra og Akrar.

Ein teirra sum Eli kann minnast var Olaf Krossteig og ein annar Johan á Lava Olsen. Men børnini í Víkarbyrgi vóru eisini vælsignað við øðrum mentamonnum í slíkum starvi:

Eitt skifti í 20’unum var lærarin og rithøvundurin Martin Joensen úr Sandvík lærari her, og eitt annað skifti var kendi yrkjarin Pól F eisini lærari í skúlanum, sum varð hildin í einum húsum í býlinginum Hamrabyrgi. Stuttligt er at nevna, at Pól F varð noyddur at bera eitt borð við sær, tí einki slíkt var í húsinum, har skúlin helt til.

- Jú, her vóru onnur børn, nakað yngri enn eg. Og eg vil bara siga, at hetta var ein vælsignað tíð, greiðir Eli íðin frá. - Men tað vísti seg kortini, at tá tey komu til skúlaaldur, fluttu tey av bygdini aftur.


Her var alt

Tað munnu sjálvandi hava verið sínar orsøkin til, at fólk valdu at búseta seg her í Víkarbyrgi bæði í landnámstíðini og aftur fyri sløkum 200 árum síðani.

Víkarbyrgi hevur nøkur eyðkenni og nakrar fyrimunir frá Skaparans hond, ið uttan iva hava gjørt sítt til at fólkið í gomlum døgum kundu lívbjargað sær her, bæði summar og vetur.

Millum hesar fyrimunir var, at stutt var til tey góðu fiskimiðini; nógvur seiður var at fáa, bæði við dorg og tráðu; stuttur vegur var til lundalondini vestanfyri á oynni og sunnanfyri bygdina; tað var stutt at ganga til torvheiðarnar omanfyri; avbera góður grasbøur var eisini; fólk høvdu kúgv; og fleiri vóru heimamenn og høvdu sítt arbeiðis á hvalastøðini í Lopra.

- Og so var tað haraftrat tað serstaka, at epl fruktaðu so ótrúliga væl her í bygdini, greiðir Eli Poulsen frá. - So tú skilir, at lívsbetingilsini, tey vóru uppfylt her.


Eldri fólk

Hóast tað, at allar treytir fyri at lívbjarga sær og sínum vóru til staðar, byrjaðu fólk so við og við at flyta av bygdini.

Nógv tey flestu fluttu til Vágs, har fleiri arbeiðspláss vóru og onkur enntá til Havnar. Fyri 25 árum síðani vóru sostatt bert sjey fólk eftir í Víkarbyrgi.

Í longri tíð var arbeitt við at útvega bygdarfólkinum vegasamband, sum tann seinasta bygdin í Suðuroy. Hetta hendi so seint sum í 1983. Onkur hevur helst væntað, at hetta fór at skapa lív og vøkstur aftur í bygdini. Men so varð ikki.

- Tá satt skal vera sagt, so kom vegurin nógv for seint, sigur Eli harmur á málinum. - Tá hann endiliga kom, vóru ikki meiri enn eini 10 fólk eftir. Tað vóru bara eldri fólk í bygdini, og tá einki nýtt fólk flutti higar, so kundu tað bara ganga tann eina vegin, staðfestir hann.

At enda vóru bert tveir eldri mans eftir - annar teirra var ein mammubeiggi Eli, sum búðu ovarlaga í bygdini.

- Tað gekk soleiðis, at annar teirra bleiv so sjúkur, at teir báðir máttu flyta heim til Sumbiar. Hetta var í seinnu helvt av 90’unum.

- Húsini vórðu síðani seld til ein mann í Vági, sum hevur sett tey í ótrúliga fínan stand, sigur Eli Poulsen.

Í dag er Víkarbyrgi avtoftað. Spurningurin er, um tað skulu ganga 500 ár aftrat, áðrenn nakar fer at búseta seg aftur her.




Ein kvinna yvirlivdi

Víkarbyrgi er ein av elstu bygdunum í Føroyum. Bygdin varð avtoftað, tá svartideyði herjaði í 1349, við undantaki av eini kvinnu, nevnd Sneppan í Hamrabyrgi.

Tað gingu nærum fimmhundrað ár, til Jógvan Joensen úr Sumba setti búgv her í 1830 við húski sínum. Fólkatalið vaks so líðandi, til tað í 1890 kom heilt uppá 51 fólk, sum helst man vera hægsta talið.

Eftir hetta lækkað talið so líðandi, til tað í 1921 var komið niður á 39, og tá vit koma fram til okkara tíð, er fólkatalið uppaftur lægri.

Skal ein trúgva nýggjastu upplýsingunum hjá Hagstovuni stendur eitt fólk skrásett at vera í Víkarbyrgi, hóast eingin býr her.




- Omma forskrekti meg

Eli Poulsen hevði síni fyrstu barnaár her í Víkarbyrgi. Her høvdu hann og hini børnini alla bygdina fyri seg sjálvi og kundu gera tað sum teimum lysti.

Tað var bara eitt einstakt stað, ið børnini ikki máttu fara: Einsamøll oman á lendingina. Men dreingjum so líkt, so kom tann dagurin, tá hetta forboðið varð brotið.

Ein dagin, tá nógv fólk var av bygdini, fór Eli einsamallur oman higar, og settist í ein bát, sum stóð í eini neystatoft. Knappliga kemur ein maður úr bygdini við fullskeggi brølandi upp úr eini kluft.

- Hetta gongur ongatíð frá mær aftur. Men eg haldi, at omma mín mundi hava ein fingur við í spælinum, sigur Eli við brosi á kinn.

- Tað stuttligasta av øllum var, at tá eg deyðaræddur kom til hús, blakaði eg meg á divanina, og har lá eg, púra útlúgvaður. So hetta var mín seinasti túrur einsamallur á lendingini!