Vegurin fram eitur íverksetan og vinnumenning

Nýskapan er neyðug, og hetta er nakað eg vil arbeiða hart fyri, um eg megni at vinna mær eitt sæti á vaglinum.

Trappubrøðurnir løgdi lunnar undir føroysku fiskuvinnuna, tá teir keypti sluppina Fox. Síðani hava vit havt nógv vinnulívsfólk, sum hava bygt seg upp frá nærum ongum til at hava stór virkir, sær sjálvum, starvsfólkum, men ikki minst býnum til gagns.

Vit hava enn brúk fyri tílíkum íverksetarum !

Verandi samgonga hevur nýligani samtykt at seta á stovn Nýskapanarhús í Kongagøtu. Hetta er nakað sum hevur stóran týdning fyri Havnina. Ætlanin við Nýskapanarhúsinum er at tað skal samstarva við útbúgvingarstovnar og vinnuna um ráðgeving og verkætlanir.

Tað er umráðandi at vit skapa góðar karmar fyri nýggjum vinnulívið í kommununi. Vit muga skilja at vit ikki bara skula hava tænastuvinnu. Virkir og fyritøkur ið kunnu virka vørur, bæði til útflutning men eisini til heimamarknaðin, skulu hava bestu karmar og møguleika at fáa fótin fyri seg her í økinum.
Býráði skal eisini vegleiða íverksetarar um hvørji krøv teir kunnu vænta frá myndugleikum. Tað verið seg her heima ella frá EU, sum nú eisini tíanverri er byrjað at fáa fastatøkur á okkara lógarverkið. Umráðandi er at einki nýtt virkið kvalist í reglugerðum.

Nýggja nýskapanarhúsið saman við at vinnumenningardeildini, sum samstundis verður endurstovnað og far nógv víðari heimildir enn fyrr, er mítt íkast til hvussu vit gera havnina kappingarføra á vinnuøkinum. Hetta skal vera við til at geva vinnu og nýskapan eina vitamininnspræning, sum tørvar til tess at føra býin longur fram á leiðini, hetta móti hugsjónini um at vera ein kommuna sum vil vinnuni væl.