Í gjár, í nátt og í dag hevur avfallið verið av tí mesta. Kavin er horvin, og regnið og kavin hava havt við sær, at áirnar hava verið ógvuliga stórar, og nógva staðni kring landið hava tær fløtt yvir áarbakkarnar.
Í fleiri støðum hava størri steinar, minni grót og nógv annað tilfar verið at sæð á vegunum, og tað hevur støðugt verið arbeitt við at rudda vegirnar.
Fyri einum tíma síðani boðaði Landsverk frá á heimasíðu síni, at so nógv tilfar er á Elduvíkarvegnum, at tað var neyðugt at stongja vegin fyri allari ferðslu.
Landsverk sigur, at heilt stór nøgd at tilfari er komið oman á vegin, og at umleið 100 metrar av autoverju er farin.
Lagt verður aftrat, at í morgin verður støða tikin til, hvussu farast skal fram, og nærri kunning kemur tá.