Vegur við súkklubreyt

Nýggi Glyursvegurin á Argjalandinum skal vera ein nýskapan innan føroyska vegagerð, har tann bleyta ferðslan og umhvørvið verða sett í hásætið. Hetta sigur Marin Katrina Frýdal, sum er forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Býráð

Útbygging

 

Vegaføringin av nýggja Glyvursvegnum er nú løgd, og hon varð samtykt av teknisku nevnd í býráðnum týskvøldið í síðstu viku.

Sambært forkvinnuni, Marin Katrinu Frýdal, er talan um nýskapan innan føroyska vegagerð, tí her eru tey bleytu ferðandi sett í hásætið, og samstundis er hugsað um umhvørvið, og tey sum búgva upp at vegnum.

- Vegurin, ið er ein 50 km/t vegur, hevur gongu- og súkkluteig uppá tríggjar metrar breidd á báðum síðum. Gongutunnil er undir vegin, soleiðis at tey, ið vilja ferðast yvirum vegin, sleppa frá at fara út ímillum bilarnar, sigur Marin Katrina Frýdal.

Víðari sigur hon, at vegvatnið verður reinskað, áðrenn tað fer út aftur í áir og løkir. Fram við vegnum verður plantað runnar og trø, bæði sum umhvørvisvernd móti árini frá ferðsluni og fyri at fríðka.

- Vøksturin vil taka dust av vegnum, verja tey nærmastu ímóti óljóði, fremja CO2 binding, og fjala tað stóra benið í berginum í ovara borði, sigur forkvinnan í teknisku nevnd.

Av samlaða kostnaðinum fyri vegastrekkið, ið fer upp um 20 milliónir krónur, eru gott trý prosent sett av til planting og fríðkan av lendinum.

- Her er avgjørt talan um eina nýskapan innan vegagerð her á landi. Í hesum sambandi kann eg nevna, at í skandinavisku grannalondunum er vanlig áseting – og vistnokk krav í summum førum at seta av eina ávísa prosentupphædd av samlaða byggikostnaðinum til hesi endamál. Eini fimm prosent skulu brúkast til tann grøna partin av eini verkætlan, soleiðis at umhvørvið og tey grønu og bleytu virðini verða tilgóðasæð á fullgóðan hátt. Tað er tí at vóna, at hetta við tíðini eisini verður ein siðvenja her hjá okkum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Ætlaða vegaføringin av Glyvursvegnum verður væntandi samtykt á býráðsfundi 13. september, upplýsir forkvinnan í teknisku nevnd, Marin Katrina Frýdal.

Myndatekstur 1

Soleiðis sær ætlaða vegaføringin av Glyvursvegnum út, sum tekniska nevndin í býráðnum samtykti í síðstu viku, og sum væntandi verður samtyktur endaligt á býráðsfundi 13. september.