Prix Føroyar er nógv. Tað er ein pallur til bólkar, sum ikki sleppa fram at nógva aðrastaðni. Tað er ein gyltur møguleiki hjá ungum og royndum tónleikarum. Tað eru sjey konsertir við føroyskum tónleikabólkum, sum gera sær stóran ómak við sínum egna tónleiki. Tað er ein kapping. Tað er undirhald. Og tað er sanniliga eisini ein møguleiki hjá vónríkum tónleikarum at sleppa út um landoddarnar at spæla.
Prixið er ein av gøtunum, sum kunnu føra til gjøgnumbrot uttanlands. Útlendskir gestir eru fastir fúsir til finaluna, og tí er tað møguleiki hjá bólkunum at gera vart við seg, tá ið oyruni og eyguni hjá útlendskum plátufelagsfólkum, festivalfyriskiparum og blaðfólki eru vend ímóti føroyska tónleikapallinum.
Fyrireikararnir av Prix Føroyum hava snildisliga bjóðað útlendskum gestum til finaluna í Prixnum, og tað hevur síðani víst seg, at tá ið hesi fólk hava fingið smakk fyri føroyskum tónleiki, hava tey sjálvi leitað aftur á slóðina, tá ið møguleiki hevur verið fyri tí. Tað hevur havt við sær umrøður, upptøkur og framførslur uttanlands.
Tónleikararnir skulu tó ikki gloyma, at fyri tað, um teir uttan stórvegis hóvsták kunnu spáka inn á ein væl upplýstan pall í Fuglafirði, har hvør tóni verður varpaður út í Útvarpinum og møguleiki er fyri heimligum gjøgnumbroti, so krevst veruliga nakað av teimum. Tað ræður um at hanga í, at vísa vilja, at gera sær ómak, at tora og ikki geva upp, tá ið mótgongd er. Onkrir bólkar hava fingið gjøgnumbrot av næstan ongum stríð, men fyri teir allarflestu kostar tað blóð, sveitta og tár. Og tá ið talan er um útlandið, er tað veruliga sum við kamelinum og nálareyganum. Vinningurin kann vera stórur, men stríðið er drúgt og krevjandi.
Sosialurin fer at seta sjóneykuna á Prix Føroyar og føroyskan tónleik komandi vikurnar. Vit ætla okkum at umrøða allar kappingarnar, vit fara aftur um bólkar og tónleikarar, vit fara at bera fesk tíðindi, spennandi samrøðurnar, ummæli og bakgrundsgreinar. Og vit hava eisini eina meining, sum verður afturvendandi táttur á hesum staði.
Hvønn fríggjadag áðrenn innleiðandi umførini hava vit greinar, tíðindi,samrøður og viðmerkingar um bólkarnar, kappingina og annað. Sosialurin fer sjálvsagt at hava blaðfólk og myndamenn við til øll tey innleiðandi umførini og finaluna, og í týsdagsblaðnum ber til at lesa alt um kappingarnar. Annars verða eisini greinar í blaðnum hinar dagarnar, tá ið okkurt er áfatt.
Við hesum seta vit ferð á, og ynskja bólkunum góða eydnu í kappingini. Vónandi fáa vit nógvar spennandi, undirhaldandi og gevandi tónleikaupplivingar komandi vikurnar.