Vegleiðing til lesandi uttanlands um brævatkvøðu

MFS hevur gjørt eina vegleing til føroyingar, ið eru uttanlands í lestrarørindum

Tað ber væl til hjá føroyingum, sum lesa uttanlands, at atkvøða til løgtingsvalið. Fyri at kunna tað krevst, at tú ert skrásettur og ert komin á vallista.

Meginfelag Føroyskra Studenta hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu tú skalt gera fyri at greiða brævatkvøðu. Vegleiðingin er soljóðandi:

- Um tú ert staddur uttanfyri Danska kongaríkið kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Landsstýrismaðurin hevur heimilað føroysku sendistovunum í Keypmannahavn, Brussel, Reykjavík, London og Moskva.

- Um tú ert staddur í Grønlandi ella Danmark kanst tú greiða brævatkvøðu á støðum, sum har vera nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Hetta vil siga, at í Danmark og Grønlandi kanst tú greiða brævatkvøðu í eini kommunu (Borgerservice). Í Danmark kanst tú eisini greiða brævatkvøðu á føroysku sendistovuni.

- Um tú ert á sjúkrahúsi, kanst tú greiða atkvøðu á sjúkrahúsinum.

- Um tú ert staddur í Føroyum, kanst tú greiða brævatkvøðu við at venda tær til eina kommunu.

Viðkomandi ráð

Tá ið tú greiðir brævatkvøðu, kanst tú verða biðin um at prógva hvør tú ert. Tískil er tað skilagott at hava pass ella okkurt líknandi, sum prógvar, hvør tú ert.

Á atkvøðuseðilin skalt tú skriva antin navnið á einum valevni, møguliga við tilskilan av flokki, ella navnið ella bókstavamerkingina hjá einum flokki.

Tú ert ikki skrásettur á einum lista hjá viðkomandi stovni, har atkvøtt verður. Men um tú ikki ert á vallista, hevur tú ikki valrætt. Um onkur greiðir brævatkvøðu uttan at hava valrætt, verður brævatkvøðan ikki tald við, tá ið valið verður gjørt upp.

Heitt verður á fólk um at greiða brævatkvøðu góðari tíð. Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn klokkan 10 leygardagin 31. august 2019.