Ávegis til leitiboringar


 

Árni Olafsson

ráðgevi

Loyvini til oljuleiting eftir 1. útbjóðingarumfar vórðu latin 17. august í ár. Tey feløg, ið fingu loyvi við boriskyldum, eru farin at fyrireika seg til sína fyrstu boring á føroyska landgrunninum, helst longu komandi summar. Landsstýrismaðurin í oljumálum hevur lovað løgtinginum ta lógarkravdu frágreiðingina um oljupolitikkin seinri í heyst, so løgtingið fær høvi at skifta orð um oljupolitikkin á fyrsta sinni, síðan leitingarloyvini vóru latin.

Orðaskiftið á tingi fer helst at vera ein eftirmeting av útbjóðingarumfarinum, men eisini ein roynd at líta frameftir.

Tá ið ein lítur aftur á fyrsta útbjóðingarumfar, má ásannast, at hjá teimum, sum skuldu smíða treytirnar, ið bjóðast skuldu oljufeløgunum, var torført at avviga, hvussu harðar ella linar, tær skuldu vera, sum umstøðurnar vóru. Hóast sakkøna ráðgeving frá oljuserfrøðingum úti í heimi var ógjørligt at vita, hvar rætta javnvágin var. Tað kundi bert talið og dygdin av umsóknunum avdúka. Vórðu treytirnar ov harðar, fóru ov fá av teimum dugnaligastu oljufeløgunum at søkja, ella tilboð teirra um leitingararbeiði fóru at vera ov kørg. Vórðu treytirnar ov lagaligar, fór hvør Hanus og Janus at søkja og bjóða sær at gera eina rúgvu av meira ella minni skilagóðum boringum.

Tá ið avtornaði, og umsóknirnar vóru upptaldar, granskaðar og viðgjørdar, m. a. í samráðingum við umsøkjararnar, og loyvini at enda vóru givin, tykist javnvágin at hava verið á góðari leið.

Nóg nógv feløg við neyðugum førleika søktu, og nóg nógv av teimum buðu sær at gera nóg stórar íløgur í boringar og onnur munagóð leitingarartiltøk. Tann eftirynskta kappingin um at gera dygdargott leitingararbeiði og at bjóða føroyska samfelagnum sømdir av ymsum slag, kom at virka, ið hvussu er á ávísum parti av landgrunninum. Hinvegin vóru feløg, summi av teimum stór og kend, ið áður høvdu víst føroyska landgrunninum ans, sum ikki løgdu í at søkja. Og í summum umsóknum var í minna lagi sett av til leiting. Um linari treytir høvdu fingið lokkað onkran av teimum til, ella bøtt um hugin at leggja pening og orku í leiting, ella um harðari treytir høvdu stygt nøkur av teimum, ið søktu, burtur, er ilt at siga.

Tað, sum gjørdi tað torført frammanundan at meta, hvørjar treytir vóru hóskandi, var ikki minst vantandi kunnleikin til føroysku undirgrundina. Tá ið undirgrundin varð yvirtikin um jóltíðir 1992, vistu vit sera lítið um hana. Síðan 1994 eru nógvar forkanningar gjørdar, so nú vita bæði myndugleikar og oljufeløg meir, men teirri vitan, ið bert fæst við boring úti á landgrunninum, mugu vit bíða eftir eitt ár afturat. Hvussu oljufeløgini mettu leitingarváðan var tí eitt stórt ivamál. Hvat, ið enn spyrst burtur úr tí komandi leitingarvirkseminum, fer hesin ivin at vera munandi minni, tá ið farast skal undir næsta umfar.

Eitt annað vandamál var prísurin á olju. Nú oljuprísurin javnan er meira enn 30 dollarar fyri fatið, er lætt at gloyma, at á vári 1999 var hann minni enn 10 dollarar. Tá ið seinasta hond varð løgd á leitingartreytirnar á heysti 1999, mettu teir serkønu, at táverandi prísir omanfyri 25 dollarar ikki fóru at halda, og at flestu oljufeløg bygdu sínar ætlanir á, at prísurin fór at vera millum 14 og 18 dollarar, og at tey gjørdu sínar útrokningar av, um nýggjar íløgur loystu seg, út frá, at tær skuldu tola ein prís heilt niður í 12 dollarar fyri fatið.

Eisini skuldi hugsast um treytirnar í teimum leitingarøkjum, vit kappaðust mest við.

Undir slíkum umstøðum var neyðugt at seta treytirnar soleiðis saman, at parturin til føroyska samfelagið kundi laga seg mest møguligt eftir úrslitunum hjá oljufeløgunum. Gekst illa í hond við at finna olju, og lækkaði oljuprísurin, var lítið at heinta, men gekst betur í hond, og helt prísurin sær ovarlaga, skuldi bera til at fáa ein munagóðan part av úrtøkuni í Føroya part. Tí varð framleiðslugjaldið sett so lágt sum 2%, men ein munandi serskattur lagdur á inntøku frá oljuleiðum, sum kasta nógv av sær.

Sosialurin mælti í oddagrein nakað herfyri løgtinginum til í tí komandi orðaskiftinum at umrøða spurningurin um eitt alment oljufelag. Helst er hetta evni áhugavert hjá politkkarum at práta um, men at gera nakað við tað verður ikki høvi til, fyrr enn næsta umfarið skal fyrireikast um nøkur ár. Nakað aktuelt mál er tað tískil ikki her beint eftir 1. umfar, har politiskt varð avgjørt, m. a. í ljósinum av sakkønari ráðgeving, at krav um borna luttøku av einum almennum oljufelag ikki skuldi vera millum tær treytir, settar vórðu. Hildið varð, at flestu av teimum endamálum, slíkt felag kundi havt, kunnu náast á annan hátt. Skuldi henda treyt við, varð mett neyðugt at slaka í øðrum treytum, m. a. serskattinum.

Frá byrjan hevur politiska valdið í Føroyum lagt dent á, at føroyingar koma við í oljuvinnuna og ikki bert hyggja at, ella lata sær lynda bert at fáa nakrar krónur burtur av vinninginum. Nakrar av treytunum í loyvunum, givin eru, eru ætlaðar at fremja føroyska luttøku í oljuvirkseminum. Lógarásetta treytin, at øll útgerð skal fara um føroyskan bryggjukant og fólk um føroyskan flogvøll, ger tað lættari hjá føroyskum fólki og veitarum at kappast. Virksemið skal hava støð í Føroyum. Oljufeløgini hava átikið sær at ansa eftir, at tey sjálvi og teirra veitarar keypa føroyskar veitingar, har til ber. Eisini skulu tey hjálpa føroyskum virkjum at gerast kappingarfør.

Hesin parturin av treytunum er á mangan hátt trupul at handfara hjá øllum pørtum. Treytir hesum viðvíkjandi kunnu av eyðsæddum grundum ikki orðast serliga neyvt. Javnvágin kann vera torfør at finna. Føroysk virki skulu uppí, men tey skulu ikki hava eina varda støðu, men vera ? ella hjálpast til at gerast ? kappingarfør. Hesin táttur setir tí stór krøv, bæði til hugflogið og trúvirðið hjá oljufeløgunum, til myndugleikarnar, sum skulu tulka treytirnar, gera fráboðanarskipanir og ansa eftir, at treytirnar verða hildnar, og til føroysku fyritøkurnar, sum skulu nýta hegni og hugflog til at skapa sær eina rók í hesi nýggju vinnu, sum er merkt av altjóða kapping og tøkni á høgum stigi.

Nøktandi úrslit fáast ikki við at ymsir partar royna at nærlesa loyvistreytirnar sær til fyrimunar. Nei, tey bestu úrslitini fáast sjálvsagt í neyvari samvinnu millum loyvishavararnar, myndugleikarnar og føroysku vinnuna, bæði fyritøkurnar sjálvar og samskipanir teirra. Her eigur eisini felagsskapurin ?Oljutingið? sín leiklut, og oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum ger vónandi sítt til, at hesir partar alsamt betur skilja hvønn annan.

Um Føroya fyrsta útbjóðingarumfar tá ið avtornar fer at roynast gott fyri Føroyar, vita vit ikki við vissu, fyrrenn einaferð um nógv ár, tá ið tann oljan og tað gassið, sum kanska verður funnið undir teimum givnu loyvunum, er fingið til høldar. Men tey fyrst komandi árini verður tað, sum fólk í Føroyum, eins væl og løgtingið, helst fara at fylgja við størsta áhuga, júst spurningurin um, hvussu væl tað eydnast at fáa føroyska luttøku í leitingarvirkseminum.