Nýggi stuttfilmurin Ávegis verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 15. desember í sambandi við tiltakið Føroyskt Filmskvøld.
Filmurin snýr seg um tríggjar ungar havnarmenn, ið fara í býin eitt leygarkvøld. Altíð skal Símun drekka seg so fullan, at vinmennirnir skulu dragsa upp á hann. Á veg í eitt ball stríðast teir við at fáa Símun gjøgnum býin og heim at sova rúsin av sær, men hesu ferð fær Jákup nokk.
Ávegis er skrivaður og leikstjórnaður av Andriasi Høgenni, ið lesur film á skúla í Danmark. Afturat sær eru professionel filmsfólk frá Kringvarpinum og nakrir einastandandi leikarar, millum aðrar Jóannes Lamhauge, ið spældi høvuðsleiklutin í »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið«.
Stuttfilmurin varð tikin upp í havnagøtum á sumri í 2011, og nú, skjótt 6 mánaðir seinni, er hann klárur til stóru frumsýningina í Norðurlandahúsinum saman við seks øðrum spildur nýggjum føroyskum filmum.
Skráin fyri Føroyskt Filmskvøld sæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, har atgongumerki eisini kunnu keypast fyri 80 krónur.










