Blóðsúgvarar gera um seg á Oyrasundi

Íbúgvarnir hava fingið eina fráboðan um veggjalýs.

Í løtuni eru trupulleikar við veggjalúsum á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn – kollegiið, har nógvir føroyingar jú búgva og hava búð.

 

Umsitingin hjá kollegiinum hevur boðað íbúgvunum frá hesum, og trupulleikin er higartil bara í einum bygningi, nevniliga bygningi M.

 

Skaðadjóratænastan arbeiðir við málinum, og sambært teimum er trupulleikin ikki so stórur.

 

Kortini fáa íbúgvarnir boð um hetta, og eisini er ein vegleiðing latin íbúgvunum um veggjalýs.

 

Veggjalýs liva av at súgva blóð, og tað kann elva til skriða og reyð merkir. Tær goyma seg ofta í sprekkum og rivum tætt við songina og koma fram um náttina.

 

##med2##