Vegarbeiðið við Agnið er næstan liðugt

Arbeiði við at breiðkað og dagføra teir 250 metrarnar av Agninum á Nesi er nú um at verða liðugt.

 

Nú manglar bert at asfaltera veg og gongubreyt, sum verður gjørt so skjótt sum asfaltholdið er klárt, væntandi seinast í hesum mánaðinum ella um mánaðarskiftið.

 

Tað er Falkon Entreprenørar sum standa fyri arbeiðnum. Teir vunnu útboðið, sum Nes kommuna skrivaðu út í fjør. Tilboðskostnaðurin var 2,5 milliónir krónur. Afturat hesum kom kostnaður fyri keyp av lendi, gøtulyktir og projektering.

 

Vegurin er nú seks metrar breiður og gongubreytin 1,5 metrar. Umframt at breiðka vegin og gera gongubreyt, eru nýggjar kloakk- og vatnleiðingar lagdar og nýggj gøtuljós sett upp.