Í europeisku meistarakappingini hevur norski KÍ spælarin Vegard Forren av álvara víst, hvussu týndingarmikil lyklaspælari hann er. At hann er ein av royndastu Molde spælarunum yvirhøvur, og at hann nú spælir við KÍ ber við sær, at áhugin er ógvuliga stórur at tosa við hann, nú tað av álvara verður talt niður til dystin millum KÍ og Molde á Tórsvølli um eitt stórt samdøgur.
-At lutakastið fyrrapartin lagaði tað soleiðis, at vinnarin av dystinum millum okkum og Molde í annaðkvøld fer at spæla ímóti turkiska Galatasaray var óheppið lutakast, tí Galatasaray verður favorittur, um so mótstøðuliðið verður KÍ ella Molde. Hetta var kanska torførasta mótstøðuliðið yvirhøvur, sum vit kundu fáa, sigur Vegard Forren við norska TV2.
-Alt, sum vit nú uppliva, er eykavinningur, og vit taka tað, sum tað kemur. Sigrarnir ímóti ungverska meistaraliðnum og svenska meistaraliðnum hevur við sær, at vit halda okkum hava møguleika ímóti øllum – eisini Molde og Galatasaray, sigur Vegard Forren.