Vegapengar til havnina í Skopun

Enn veit Landsverk ikki, hvar pengarnir til at rudda grótið í havnini í Skopun burtur skulu finnast.

Enn er ikki greitt, hvar Landsverk skal taka tær 2,1 milliónir krónurnar, sum fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur samtykt at brúka til at taka grót upp úr innsiglingini í Skopun.

 

Fíggjarnevndin samtykti í vikuni, at pengarnir skulu takast av játtanini til vegir og flytast til játtanina til havnir.

 

Á havnajáttanini gera 2,1 milliónir krónur góðan mun, tí tann játtanin er bara 5,4 milliónir krónur frammanundan og veksur sostatt næstan 40 prosent av flytingini.

 

Hinvegin er játtanin til nýggjar landsvegir 64,1 milliónir krónur í ár, so har eru tað bara góð trý prosent, sum skulu av kontuni. Men hvar pengarnir til havnina í Skopun skulu finnast, hevur Landsverk ikki tikið endaliga støðu til enn. 

 

J&K Petersen skal gera arbeiðið í Skopun, og tað skal verða liðugt í september.