Veganetið dagførast í Kollafirði

Hans Jákup Simonsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð

Tað hevur leingi verið tørvur á grundstykkjum í Kollafirði, men synd er at siga, at tað hevur gingið skjótt hjá sitandi býráði at stykkja út í Kollafirði. Eg vil arbeiða fyri, at grundstykkir til eina og hvørja tíð eru tøk til tey, ið vilja búseta seg í Kollafirði. Tó er umráðandi, at man fer soleiðis fram, at man í so stóran mun sum møguligt tekur atlit til, hvat er dyrkað lendi og ikki, heldur enn at trumla fram uttan atlit til nakað ella nakran. Eisini má man stykkja út í smaúm ymsa staðni í bygdini, soleiðis at tey, ið vilja byggja Norðuri í Sundum sleppa tað, og tey, ið vilja byggja á Signabø ella aðrastaðni sleppa tað.

Eitt er grundstykkir, men veganetið má so sanniliga eisini dagførast, so tað passar til ferðsluna. Veganetið í Kollafirði er sum er rættiliga niðurslitið og enntá beinleiðis hættisligt í støðum. Hetta má fáast í rætt lag, skal nakað skil vera í. Ikki minst nú nýggjar útstykkingar standa fyr framman. Gongubreytir mangla flestu staðni og er tað ikki sørt løgið, at longsta bygd í Føroyum bert hevur ein gonguteig tvørturum vegin. Her er ikki væl lagt til rættis.

Eitt nýtt býráð eigur at leggja til brots beinavegin við dagføring av øllum veganetinum í Kollafirði, so tað passar til tann tørvin, ið longu er og ikki minst fer at koma við nýggju útstykkingunum.