Ferðavinna og flutningur
Fríggjadagin í farnu viku fór Norrøna sín seinasta túr í summarsigling. Tað var sjálvandi við blandaðum kenslum, at eitt nú skiparin Henrik Hammer fór á brúnna henda seinasta túrin í summarsigling. Ein blandingur millum sorgblídni og gleði. Har gamalt skjótt skal skiftast út við nýggjum. Sjálvur hevur Henrik Hammer verið á brúnni á Norrønu síðani 83. Hann heldur sjálvandi, at tað verður spennandi at koma umborð á nýtt skip, sum m.a. betri kann nøkta tørvin hjá ferðafólki, men hann dylur ikki yvir, at tað er eitt sindur ?vemodigt? at skula siga farvæl til verandi Norrønu, nú hon so trúliga hevur røkt hesa sigling, uttan stórvegis trupuleikar.
Henrik verður aftur á brúnni, tá nýggja Norrøna leggur frá landi í Lübeck næsta ár við kós móti Atlantshavinum. Hann gleðir seg og telist ikki millum teirra, sum ikki trúgva uppá hetta projektið. Hann viðgongur, at skipið er dýrt men heldur at tað fer at bera til, tí henda rutan er komin fyri at verða og til at menna.
Nú Smyril Line er farið at menna vetrarsiglingina eisini og tølini fyri hesa sigling eisini kvinka uppeftir, so vónar skiparin á Norrønu, at tað fer at ganga uppaftur betri við nýggja skipinum, tí man tá hevur nakað heilt annað at bjóða ferðafólki. ?Tað hevði verið hugaligt, um føroyingar fóru at ferðast um veturin eisini við skipi ? við møguleika at hava bilin við.