Hóast morð og dráp framhaldandi eru gerandiskostur í Ísrael røkist okkurt tó fyri friði ella tí sum líkist vápnahvíld. Víðgondu palestinsku bólkarnir siga seg nú sinnaðar at leggja vápnini í einar tríggjar mánaðir, um Ísrael afturfyri heldur uppat at drepa leiðarar teirra.
Nú eru vit so von við at vápnahvíldir halda bert í eina tíð, tí so torført er at fáa allar teir ymsu palestinsku bólkarnar at standa saman. Men sum tað ljóðar eru teir sinnaðir til at gera eina roynd. Hetta er gott fyri allar partar og um teir megna at halda tað teir lova kemur tað at liggja ómetaliga stórt trýst á ísraelsku stjórnini eitt nú at steðga nýggjum búsetingum og at leggja niður tær, sum eru komnar í seinastuni.
Vit vóna so inniliga, at palestinar megna sín part av avtaluni, tí tá er porturið fyri friði og eini semju veruliga latið upp. Tá eru ísraelar tvingaðir og verður helst øgiligt trýst lagt á teir uttanífrá at vísa vilja til semju við palestinar. Hetta má vísast í verki og sum sagt eiga búsetingarnar sum tað fyrsta at stegða. Og haraftrat mugu ísraelar so smátt fara undir at taka seg aftur av hertiknum landi.
Tað næsta verður so at leggja lunnar undir tann palestinska statin, sum má og skal gerast veruleiki.
Umheimurin við Europa og USA á odda má nú halda fast í ísraelar, soleiðis at Sharon ikki sleppur at koyra solospæl. Tí mugu teir víðgongdu í Ísrael setast uppá pláss eins og hjá palestinum. Tað ber ikki til at hesir víðgongdu, sum liggja langt til høgru fyri Sharon sleppa at brúka sín demokratiska rætt til at steðga friðarætlanini. Tá má eitt nýtt demokrati skipast so ella so ella má Arbeiðaraflokkurin bjóða seg fram til at stýra saman við Likud. Tað stutta av tí langa er, at ultrahøgravendu smáflokkarnir í Ísrael mugu temjast eins væl og teir víðgongdu bólkarnir hjá palestinum. Megna hóvligu palestinarnir at stegða sínum heykum, so má og skal tann hóvligari parturin av ísraelsku stjórnini til at steðga sínum heykum. Tað er lykilin til frið í Ísrael, um so er at Hamar og Jihad ol. leggja vápnini.
Sosialurin