Vegaføringin um Leirvík, Kyoto og Kári P. Højgaard

Hin 16. mai 2006 samtykti Føroya Løgting lóg um vegaføring um Leirvík har niðri í bygdini. Hóast hetta ikki var tann loysnin, sum stóð sum nr. 1 á ynskilistanum hjá leirvíkingum, var hetta tann loysnin flestu leirvíkingar ynsktu næst eftir lokarennuna, og síðani hava sligið seg til tols við. Báðar hesar loysnirnar eru orkusparandi og góðar fyri umhvørvið

Í juni 2007 kom eitt sera skilagott notat um Sandoyartunnilin, sum m.a. leggur stóran dent á umhvørvið. Í uppskotinum verður mælt til longru farleiðina í Traðardal heldur enn til Skopunar, m.a. tí hendan farleiðin er meira orkusparandi enn stytra farleiðini til Skopunar.

28. september í ár samtykti Føroya Løgting at ganga undir treytirnar í Kyoto sáttmálanum. Lagt verður upp til, at Føroyar skulu binda seg til at skerja útlátið av veðurlagsgassum við 8% í mun til 1990. Í dag liggja vit 11% oman fyri 1990-støðið, so her skal onkur bróta upp um armar, skulu vit klára málsetningin at skerja útlátið við nærum 20% til 2012.

Trúði tí ikki mínum egnu oyrum, tá útvarpið, 11. oktober, boðaði frá uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum bert 14 dagar eftir, at løgtingið samtykti at ganga undir teytirnar í Kyoto sáttmálanum, leggur uppskot fyri løgtingið, sum leysliga mett meira enn tvífaldar CO2-útlátið hjá ferðsluni um Leirvík i mun til tað, sum longu er samtykt.

Minnist meg rætt, leggur Landsverk í sínum arbeiði dent á at leggja allar høvuðsfarleiðir í láglendi við so fáum brekkum sum gjørligt, tí tað er gott fyri umhvørvið og trygdina. At flyta vegaføringina í Leirvík niðan um bygdina, er tí beinleiðis í andsøgn við okkara egna málsetning, um at minka um nýtsluna av olju og bensini fyri hvønn koyrdan kilometur í Føroyum.

Uppskotið hjá Kára P. Højgaard er eisini beinleiðis í andsøgn við málsetningin í Kyoto sáttmálanum, sum er at minka um útlátið av veðurlagsgassum sum nevnt omanfyri.

Hví Kári P. Højgaard annars kemur við hesum uppskotinum nú, veit eg ikki - uppskotið er ikki bara í andsøgn við Kyotu, men eisini fólkaviljan í Leirvík, umframt landsins almennu reglur um vegagerð!

Kári P. Højgaard hevur í viðmerkingunum til uppskotið ein “positivlista”, har hann nevnir elementir sum: tryggleika, stutta byggitíð, tunga ferðslu , havnalagið, minni óljóð, góðar útbyggingarmøguleikar niðanfyri vegin, náttúrlig tilkoyring til nýggjar útstykkingar og einastandandi útsýni yvir vøkru plaseringina av Lervík! Samanumtikið eru hetta viðmerkingar tiknar úr leysari luft uttan hald í veruleikanum.

Sum dømi kann eg nevna, at byggitíðin og tryggleikin eru minst líka góð har niðri í bygdini, sum har uppi.

Tá løgtingsmaðurin nevnir góðu útbyggingarmøguleikarnar niðanfyri vegin, er hetta beinleiðis ósatt. Pláss er fyri umleið 80 húsum, meðan bíðilistin er omanfyri 40, so her hevur hann ikki sett seg nóg væl inn í lokalu viðurskiftini.

At enda nevnir Kári P. Højgaard nakað um útsýnið og upplivilsið hjá teimum koyrandi, í mun mun til vøkru pladseringina av Leirvík í landslagnum! Eg loyvi mær at spyrja – kann hetta nýtast sum eitt argument í eini løgtingslóg, og er tað ikki akkurát vakra útsýnið og friðurin, sum fær tey ungu at seta búgv í Leirvík heldur enn bert at koyra framvið?

Havandi í huga, at øll menning í bygdini er steðgað upp orsakað av “vegakreppuni” loyvi eg mær inniliga at heita á Føroya Løgting, um at virða egnar samtyktir um Kyoto eins og fólkaviljan í Leirvík, við at halda fast um verandi løgtingssamtykt frá 26. mai 2006 og at fáa vegin har niðri bygdini gjørdan ongantíð ov skjótt.