Vegadeildin úr at gera


Teir arbeiða um náttina, og teir arbeiða um dagin. Teir rudda høvuðsvegirnar, eins væl og teir eisini hjálpa eldri fólkum í kavanum.
Vit hava verið ein kavaruddingartúr við vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Kavarudding
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík: Teir eru júst farnir til kaffi, tá vit fáa fatur á teimum. Eftir at hava arbeitt í meir enn trý døgn út í eitt, eru teir heldur troyttir.
Men í morgun er formaðurin komin við rundstykkum og øðrum leskiligum, so lagið er gott hóast alt.
Tað eru mennirnir á vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, vit tosa um.
Tá kavi legst yvir býin, er tað teirra uppgáva at fáa hann burtur av vegnum, so klaksvíkingar ótarnaðir kunnu halda fram við gerandisdegnum.
Andras Joensen er formaður í vegadeildini í Klaksvík, og hevur hann úr at gera hesar dagarnar.
Tó gongur bert ein lítil løta, áðrenn hann stendur uttanfyri dyrnar hjá Sosialinum.
- Eg havi ikki so góða tíð at tosa beint nú, men kom tú bara við í bilin. So kunnu vit tosa saman, meðan eg koyri runt, sigur hann.

Arbeiða nátt sum dag
- Vit hava arbeitt út í eitt í fleiri dagar nú, fortelur Andras, meðan vit koyra runt í Klaksvíkini.
- Vit hava eini 15 mans til arbeiðis, og hesir koyra uppá skift bæði nátt og dag. Sjálvur fór eg upp einaferð í nátt, og tá sá eg, hvussu nógvur kavi hevði lagt seg. Eg ringdi til nakrar av monnunum, og sendi teir út at grava. Teir fóru so heimaftur fyri løtu síðani, og nakrir nýggir komu ístaðin. Men soleiðis koyrir tað, greiðir Andras frá.
Hetta kann sjálvandi gerast strævið fyri mennirnar, men tíanbetur plagar kavin bara at liggja í nakrar fáar dagar.

Nógvar uppgávir
Meðan vit koyra, tosar Andras fyri tað mesta í telefon. Fólk ringja allastaðni frá, og vilja tey hava vegadeildina heim á teirra økið at rudda.
Eisini onkur eldri kona ringir, sum ikki sleppur út um dyrnar fyri kava. Hon fekk ikki keypt inn í gjár, og er av tí sama komin í neyð. Hon vil hava onkran heim til sín at rudda fyri úthurðini, so hon sleppur út.
- Tey ringja allatíðina um alt møguligt. Men okkara fremsta uppgáva er at rudda høvuðsvegirnar, so ferðslan gongur, sum hon skal.
Tó hava vit sett eini 5 mans av, sum einans koyra út til eldri fólk, har teir so hjálpa teimum við ruddingini. Eisini hava vit onkuntíð koyrt heitan døgurða heim til teirra, so tey sleppa frá at fara út um dyrnar. Men her er talan um heilt serlig viðurskifti; sum oftast mugu fólk sjálvi rudda teirra egna tún, sigur Andras.

Fólk ónøgd
Tað sigur seg sjálvt, at stóru kavaruddingarmaskinurnar hjá kommununi ikki klára at rudda tún fyri fólk. Men Andras greiðir frá, at fólk eisini eru ónøgd við, at privatir bilar standa undirkavaðir, tá fólkini skulu avstað við teimum.
- Hetta er sum so ikki okkara uppgáva. Men um fólk høvdu hugsað seg eitt sindur betur um, so hevði hetta ikki verið ein trupuleiki, sigur hann.
- Sum oftast eru bilarnir settir báðumegin vegin, og tá er torført hjá okkum at rudda so væl, sum vit vildu ynskt. Um fólk ístaðin bert settu bilarnir tí eini megin, so høvdu vit sloppið betri framat allastaðni, og so hevði hesin trupuleiki ikki verið til staðar, sigur Andras.
Við hesum í huga takka vit fyri túrin. Andras hevur úr at gera, og skal sleppa aftur til arbeiðis.