Vega bjóðar føroyskt

Danska spælistaðið VEGA, har nógv kend nøvn plaga at leggja leiðina fram við, fer í august mánaði at hýsa einum serligum føroyskum tónleikatiltaki.

Atlantic Music Event er navnið á konsertini, har Eivør Pálsdóttir, Gestir og Makrel fara at spæla fyri donskum áhoyrarum.
Konsertin er komin í lag í samstarvi millum Vega og Norðurlandahúsið í Føroyum. Ætlanin var í fyrstu syftu, at Prix Føroyar vinnararnir, Gestir, skuldu hava konsert einsamallir í Vega, men síðani vaks hugskotið til, at onnur føroysk nøvn eisini skuldu á plakatina.
Fróði Vestergaard, sum er samskipari í Norðurlandahúsnum, vónar, at konsertin fer at vera somikið væleydnað, at tað fer at bera til at gera enn fleiri slík føroysk átøk í Keypmannahavn. Ætlanin er at bjóða fjølmiðlafólki og øðrum relevantum persónum at koma til konsertina, sum verður tann 28. august.