Ein russisk rakett við trimum rúmdarmonnum umborð varð skotin út í rúmdina í morgun frá einari útskjótingarstøð í Kasakhstan. Teir tríggir rúmdarmenninir eru úr Russlandi, USA og Japan.
Russiska rúmdarumsitingin sigur, at útskjótingin eydnaðist væl, og at tað gekk væl at fáa rúmdarfarið í ta ásettu ringrásina, sum skal tryggja, at farið kemur til altjóða rúmdarstøðina ISS um tveir dagar.
Hetta er tann fyrsta mannaða ferðin út til ISS í tveir mánaðir.