Á veg burtur frá demokratinum

Tað, sum nú hendir á politiska økinum, leiðir okkum burtur frá demokratinum, sigur Atli Dam, fyrrverandi løgmaður, í viðmerking til politisku støðuna í Føroyum í dag

Stýrisskipan

?Andin í tí, sum nú hendir, førkar okkum burtur frá demokratinum á sama hátt, sum vit hava sæð í samband við ta tilgongd, sum roynt hevur verið at ført ígjøgnum undir hesi samgonguni, sum sitið hevur.
Soleiðis metir fyrrverandi løgmaðurin, Atli Dam, støðuna í føroyskum politikki í dag, nú Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur boðað frá, at hann ætlar at verða sitandi, til hann fær ein meiriluta í Løgtinginum í móti sær.
Atli Dam sigur, at formelt hevur løgmaður rætt til at gera tað, sum hann ger.
?Men tað er torført at fáa tað at sampakka við veruleikan, um samstundis verður tosað um demokratiska tilgongd, heldur hann.
Atli Dam sigur, at hann sjálvur ávaraði í móti hesum, longu tá fyrsta viðgerð av nýggju stýrisskipanarlógini var fyri á Løgtingi. Hann vísti tá á veikleikar, sum kundu vera í lógini, og ein teirra vísir seg nú at vera júst, sum hann tá sá fyri sær.
Hann sigur, at tann avtalan, sum gjørd er millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, minkar munandi um samráðingarmøguleikarnar. Og tá so ein kombinatión við Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum eisini er útihýst, verður lítið eftir.
Atli Dam dylur ikki fyri, at hann er ósamdur við tí, sum løgmaður ger, og tekur fult undir við støðuni hjá Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins.