Føroyska veðurstovan roknar við hampuligum veðri í dag, men í annaðkvøld verður stormur
Í dag vera 10-15 m/s, út á dagin minni vindur av útsynningi. Samdrigið og fyrrapartin regn. Seinni klárari í veðrinum og okkurt æl. Í kvøld 5-10 m/s av útsynningi, vaksandi upp í 8-13 m/s, skiftandi skýrák og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi, sum frálíður 5-10 m/s av suðri. Skiftandi skýrák og ælaveður. Um kvøldið 18-23 m/s, í støðum upp í storm, 25 m/s, fyrst av eystri og síðan norður um og av vestri. Samdrigið og regn. Hitin millum 3 og 7 stig.











