Føroyska veðurstovan sigur soleiðis um veðrið hesa vikuna:
Eitt hátrýst vestan fyri Føroyar fer spakuliga norðureftir og viknar. Týsdagin fer eitt lágtrýst eystan fyri føroyar framvið og hevur við sær regn ella ælaveður Eftir hetta verður slavið rák sunnaneftir, áðrenn nýtt brúgvalag fer fram við Føroyum hósdagin. Fríggjadagin fer enn eitt brúgvalag at nærkast Føroyum av suðuri.
Forsøgn galdandi til týsmorgun
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, serliga vestanfyri og sunnanfyri, tó eisini skýggjað og í støðum sirm, serliga norðanfyri. Hitin í dag 8 til 12 stig, í nátt niður í 6 stig í støðum.
Týsdagur
Lot til frískt, fyrst norðan, seinni vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men eisini onkur sólglotti. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagur
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, stundum tám og mjørki, serliga sunnanfyri, men eisini sól av og á, serliga norðanfyri. Hitin 10 til 15 stig.
Hósdagur
Fyrst frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Seinni lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og turt, kanska sólglottar. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagur
Fyrst lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sól ella sólglottar og turt. Seinni frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Hitin 8 til 12 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í strúk av suðuri, 8 til 13 m/s, skýggjað og í løtum regn ella ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.












