Føroyska Veðurstovan roknar við, at illveðrið við vindi og regni heldur fram út á dagin. Seinnapartin og í kvøld minkar vindurin nakað, men tað verður framvegis avfall í kvøld og í nátt.
Føroyska veðurstovan sigur, at í dag vera 15-20 m/s av útsynningi og harðar hvirlur. Tað verður samdrigið og regn. Seinnapartin og í kvøld minkar vindurin, og sum frálíður vera 10-15 m/s. Seinnapartin verður klárari í veðrinum í støðum eitt skifti, men í nátt vera 8-13 m/s og regn nógvastaðni. Hitin verður millum 9 og 12 stig.
Fyrrapartin í morgin vera 8-13 m/s av vestri, samdrigið og ælaveður.
Vindmátingarnar hjá Landsverki vísa, at í løtuni eru hvirlur upp um 30 m/s á fleiri støðum.











