Veðurgudarnir í parti við G! Festivalinum

Veðurgudarnir verða við G! næsta vikuskiftið og øllum teimum mongu, sum fara til Gøtu at hugna sær

Tað sær út til, at veðrið kann so ikki brúkast sum umbering fyri ikki at fara á G! festival næsta vikuskiftið

 

Sum veðurvánirnar eru nú, eru útlit fyri allarbesta veðrið hósdagin, fríggjadagin

og leygardagin, tá í G! verður í Gøtu.

 

Tað verður lítil og ongin vindur, turt og sólglottar og hitin verður 15-19 stig.

 

Veðurmaðurin hjá in.fo, Petur Skeel Jacobsen, sigur, at hósdagin verður lítil og ongin vindur, bara eitt gul, ella eitt stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men eisini onkrir mjørkaflókar.

 

Hitin verður heilt summarsligur, eini 15-18 stig.

 

Fríggjadagin verður sama veður og hitin verður ímillum 16 og 19 stig, men seinnapartin verður ælingur.

 

Aðrar veðurstøðir eru ikki heilt samdar, tí tær boða frá turrveðri.

 

Leygardagin verður at kalla stilli, turt og sólglottar og hitin verður ímillum 16 og 19 stig.