Veðrurin bjóðar umborð

.

Danska verjuskipið Veðrurin bjóðar enn einaferð fólki at koma umborð at síggja skipið.

Sunnudagin verða tað suðuroyingar, sum fáa henda møguleika, tí tá fer skipið at liggja á Tvøroyri. Fólk kunnu koma umborð millum kl. 14 og 16.

Manningin á Veðrinum letur heilsa, at øll eru vælkomin umborð at síggja skipið, hvørs navn og motiv í vápnaskjøldrinum er symbol uppá Føroyar í kongavápninum.