- Partrolararnir hava framvegis ikki tann góða fiskiskapin. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og onnur koma seinni í vikuni. Nøkur pør liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veðrið batnar.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru til fiskiskap og partrola eftir upsa. Hesir báðir landa helst miðskeiðis í vikuni.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, verður lagt aftrat.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir trolbátarnir. Væntandi er, at bátarnir fara út at royna eftir havtasku, tá veðrið batnar.
- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Tey, sum fiska svartkalva, landa síðst í vikuni og skipið, sum fiskar havtasku, selur veiðina beinleiiðis.
Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men smáligur eftir havtasku.