– Orsakað av ringa veðrinum eru fleiri avlýsingar í flogferðsluni í dag, sigur Atlatnsflog.
Ferðafólkini til Keypmannahavnar við RC450 og til Bergen við RC432 eru komin vestur á flogvøllin. Tað eru ikki líkindi at fara avstað í løtuni, so hesir túrarnir eru fyribils útsettir til kl 18.
– Annars er øll ferðslan restina av degnum avlýst. Ferðafólk, ið skuldu flúgva í dag verða umbókaði á túrar í morgin, sigur Atlantsflog
15. januar
RC450 til Keypmannahavnar væntast at fara úr Vágum kl 1800
RC432 til Bergen væntast at fara úr Vágum kl 1800
RC453 úr Keypmannahavn er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði á RC1453 tann 16. jan kl 0700
RC456 til Keypmannahavnar er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði á RC450 tann 16. jan kl 0815
RC459 úr Keypmannahavn er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði á RC1453 tann 16. jan kl 0700
RC433 úr Bergen er avlýstur. Ferðafólk eru umbókaði á RC453 tann 16. jan kl 1230
Allar tíðir eru lokal tíðir.
– Ætlanin er treytað av, at RC450 sleppur av landinum í kvøld. Um hetta ikki eydnast er neyðugt við fleiri broytingum, so ferðafólk verða biðin um at halda seg kunnaði á heimasíðu felagsins, sigur Atlantsflog í áheitan.









