Veðrið spældi ikki við

Fótbóltur: Yngru deildirnar eru ikki avgreiddar sum ætlað, tí veðrið hevur órógvað

Sambært ætlanunum hjá FSF skuldi fótbóltsárið endað í morgin hjá teimum í øllum teimum yngstu deildunum, men nú er greitt, at spenningurin fer at halda sær eina viku afturat.

Ætlanin var, at fyrru finaluumførini í øllum teimum yngstu deildunum skuldu avgreiðast síðsta leygardag, og at seinnu finaluumførini skuldu spælast í morgin. Tað var illveður leygardagin, og tað hevði t.d. við sær, at sambandið um Leirvíksfjørð var sera ólagaligt.

Bara í Gundadali, har smápiltarnir skuldu spæla, varð fyrra umfarið avgreitt. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at tað er stórur spenningur, áðrenn seinna umfarið, sum verður í Leirvík í morgin. HB og TB hava fýra stig, B36 hevur trý stig, og LÍF hevur eitt stig.

Kappingarnar hjá smágentum, gentur 10-12 ár og pinkum skuldu sambært skránni havt verið spældar í ávikavíst Fuglafirði, Miðvági og í Havn. Tað verður spælt í hesum støðum í morgin, og so verða FM vinnararnir funnir annan leygardag.