Veðrið órógvar: Kanna fyri koronu í dag í staðin

Bæði á Tvøroyr og á Sandi hava tey framskundað koronukanningar til í dag, tí tey vænta avlýsingar í morgin

Vánaligu veðurforsagnirnar hava við sær, at kannað verður fyri koronu á Sandi og á Tvøroyri í dag í staðin fyri í morgin.

Á Sandi verður kannað í dag klokkan 16:30, tí tey vænta, at Teistin avlýsir túrar í morgin.

Á Tvøroyri verður kannað fyri koronu í dag millum klokkan 18 og 20, og har er orsøkin tann sama, at roknast við, at Smyril avlýsur í morgin.