Strandferðslan avlýsir í morgun túrarnir hjá Smyrli úr Havn klokkan 08:30 og av Krambatanga klokkan 11:00.
Eisini avlýsir Strandferðlan siglingina hjá Teistanum millum Skopun, Gomlurætt og Hest. Ikki er greitt, nær siglingin verður tikin uppaaftur.
Á Nólsoyarleiðini avlýsir Strandferðslan túrin úr Havn klokkan 12:30.
– Ætlandi verður siglt aftur klokkan 16:20 og síðani eftir ferðaætlanini, skrivar Strandferðslan