Fyrr í vikuni vórðu fýra av fimm dystum í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum annaðhvørt framskundaðir ella útsettir orsaka av veðri.
Teirra millum var dysturin millum Víking og HB, sum bleiv útsettur til í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30.
– Men sambært forsøgnini verður veðrið í annaðkvøld lítið frægari, og tí er avgjørt at flyta dystin millum Víking og HB til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 í staðin, skrivar Fótbóltssambandið.
Tað merkir samstundis, sum lutakastið til steypakappingina hjá kvinnum og monnum eisini verður útsett. Nær tað verður, verður kunnað um seinni.











